Nú er bert ein góð vika til veitslan verður.
Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 100 á konto 9181-1667213 í seinasta lagi 6. mars.
Minst til at upplýsa navn og bústað.
Nú er bert ein góð vika til veitslan verður.
Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 100 á konto 9181-1667213 í seinasta lagi 6. mars.
Minst til at upplýsa navn og bústað.
Vegna forfall verður onki opið hús í kvøld.
Opið hús heldur annars framm til mikukvøldið 9. mars.
Várið er í nánd, og stundin er komin til at halda veitslu fyri okkum øllum, sum búgva Inni á Gøtu.
Fríggjakvøldið 11. mars kl. 19 verður veitsla í býlingshúsinum Inni á Gøtu. Kokkurin, Magni Garðalíð av Húsum, borðreiðir við góðum mati. Drekkivørur verða til matin.
Tú meldar teg til veitsluna við at flyta kr. 100 á konto 9181-1667213, í seinasta lagi 6. mars. Minst til at upplýsa navn og bústað.
So er loysn fingin á ósemjuni, og vit hava fingið flestu rásirnar aftur.
Enn mangla tó 6´arin og Eurosport HD, og er hetta støðan hjá øðrum antennufeløgum eisini.
Tað kann hanga saman við, at tað er sera stórt tal av tv-kortum, sum nú skulu aktiverast av nýggjum hjá øllum Canal Digital brúkarunum.
Um hesar báðar rásirnar ikki eru virknar í morgin tíðliga, so boða vit Canal Digital frá.
Meira info her: https://www.canaldigital.dk/discovery
Umleið 70 børn vóru í býlingshúsinum í dag til eitt sera væl eydnað føstulávintstiltak har m.a. føstulávintsbollar, karamellur, kakao og sunkist vóru at fáa. Stóra takk til tykkum øll sum møttu.
Nakrar myndir frá degnum eru lagdar út á facebook síðuna hjá eigarafelagnum her: https://www.facebook.com/inniagotu/posts/968825906533755
Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 6. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin. Læs videre Føstulávintshald leygardagin 6. februar
Sum tit kanska hava hoyrt í fjølmiðlunum og lagt til merkis, so mangla fleiri rásir í løtuni.
Hetta er orsaka av prísósemju millum skandinaviskar útbjóðarnar Canal Digital og Discovery Networks Nordic, sum eigur rættindini til nógvar sjónvarpsrásir. Læs videre Fleiri rásir óvirknar
Kyndlar: Í kvøld 30. dec kl 19 hava vit øll høvi at gera kyndlar til kyndlagonguna í annaðkvøld. Vit møtast í Býlingshúsinum. Havi okkurt “toy” ella “stoff” við tykkum, td eitt gamalt lak, buksur ella líknandi uttan nylon. Tað allarbesta er hessian.
Nýggjárshald 31. dec kl 22
Nýggjárshaldið Inni á Gøtu byrjar við kyndlagongu kl 22 nýggjársaftan frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Vit ganga inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har vit enda við at seta eld á nýggjársbálið í Klingruni. Í ár verður tað Jústines Eidesgaard frá Ovarugøtu 1, sum fer at halda nýggjársrøðuna.
Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur umleið 1 tíma, um vit eru væl mannað. Vit møtast við bálplássið á Klingruni kl 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl 13 nýggjársaftan.
Gott nýggjár