Mangan hava teir keyptu kyndlarnir roynst okkum illa til kyndlagongu gamlaárskvød Inni á Gøtu. Eigarafelagið fer tí, sum eina roynd, at bjóða inn til at gera haldgóðar kyndlar.
Vit møtast í Býlingshúsinum 30/12 kl. 19. Børn undir 13 ár hava ein vaksnan við sær. Tilfar er keypt til endamálið, men heita vit á tykkum, um møguligt, at hava hóskandi ”toy” ella ”stof” við tykkkum td. eitt gamalt lak, buksur og líknandi klæđi uttan nylon í.
Keypt er inn til 50 kyndlar, so vónandi verður undirtøkan góð. Vit síggjast