Taka umhvørvisgóðkenning aftur

hoyvik_orkumidstod
Fjarhitafelagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni. Mynd: Savnsmynd hjá KVF

Kringvarpið skrivar í dag at Fjarhitafelagið hevur boðað Umhvørvisstovuni frá, at felagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni

– Tað er bólkurin, sum er ímóti, at ein hitamiðstøð, sum brennur olju, verður bygd í grannalagnum í Klingruni í Hoyvík, stendur á Facebook síðuni hjá bólkinum, Vit fara ikki at brenna her.

Tað merkir, at Fiskimálaráðið sum kærumyndugleiki ikki ger meir við kæruna frá eigarafeløgunum. Fjarhitafelagið arbeiðir við øðrum loysnum, sum ikki umfata oljufýrdar ketlar í hitamiðstøðini í Klingruni, skrivar bólkurin á Facebook.

Tað var í fjør, at eigarafeløgini inni á Gøtu og í Hoyvíkshaganum savnaðu inn undirskriftir at mótmæla hitamiðstøðini, sum Fjarhitafelagið ætlaði at byggja í grannalagnum.

Kelda: Kringvarp Føroya