Ársaðalfundur verður IKKI sum áður lýst 22. apríl, men ístaðin 6. mei 2014 kl. 20 í Býlingshúsinum Inni á Gøtu.
Mótmæli ísv. umvørvisgóðkenningina frá Umhvørvisstovuni
Skriv er í gjár sent Tórshavnar Býráð vegna Eigarafeløgini í Hoyvík.
Les meira her: https://app.box.com/s/epwyb57m1c33tplfkd90
Viðmerking til Uppskot — 14 Feb 2014 – FINAL – edited 15 March 2014 (1)
Føstulávintshald
Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 1. mars kl. 14. Børnini verða deild í 3 bólkar til tunnuslátturin: undir skúlaaldur, 1-3 flokk og 4 flokk og eldri. Kaffi, te, sunkist og fastalávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin. Verið vælkomin smá sum stór!
Skeiv kunning í kringvarpstíðindunum
Skeiv kunning í kringvarpstíðindunum kl. 18. Lýst var at grannalagið savnast saman í kvøld. Hetta er ikki rætt. Arbeiðsbólkurin savnast í kvøld og kunnað verður nærri um málið seinni.
Hoyr tíðindini her: http://kvf.fo/netvarp/uv/2014/01/14/tvarpstindi-1800
Nýggjárshald
Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni.
Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannaði. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.
Gott Nýggjár!
Jólamenn vitja jólaaftan
Eins og undanfarnu ár koma jólamenn at vitja øll hús Inni á Gøtu, millum klokkan 10 og 14. Øll børn fáa pakkar
Vaktarlisti til opið hús
Vaktarlistin til Opið hús fyri veturin 2013/2014 er dagførdur.
TV3, TV3+ og TV3Puls digitalar
TV3, TV3+ og TV3Puls verða bert at síggja digitalt frameftir.
Televarpið skifti til MPEG-4, og tað klárar analoga útgerðin hjá okkum til TV3 ikki. Hetta vistu vit tíverri ikki, og tí hevur ikki verið kunnað um hetta frammanundan.
TV3, TV3+ og TV3Puls eru sostatt ikki í analoga rásúrvalinum longur.
Rásbroytingar
Rásbroytingar: Nat. Geographic Wild hevur skift frekvens til 642 MHz (sama sum National Geographic)
Nýggjar digitalar rásir: TV2 HD, Svøríki 1HD, Svøríki 2HD, TV3+, TV3, TV3 Puls.
Radiorásirnar DR-P1 og DR-P3 virka aftur.