Nú seinnapartin hevur fundur verið millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum.
Heðin Mortensen, bogarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, oljutangar ella stórar skortsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn fyri eini hitamiðstøð, ið hann metir kann lata seg gjøgnumføra. Læs videre Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn →