Gevi gætur – opið hús verður IKKI leygarkvøldið vegna fastalávintshald fyrr um dagin. Opið hús verður aftur á skránni mikukvøldið 18. februar.
Føstulávintshald leygardagin 14. februar
Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 14. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.
Eisini fyri tey stóru børnini 🙂
Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri
Kattakongarnir vinna eitt gávukort í SMS.
Verið vælkomin, ung sum gomul.
Onki vatn í Inni á Gøtu
Seinasta nýtt kl. 21: Havi tosað við Vatnverkið sum siga at teir fara at seta til aftur nú hvørja løtu, so tað skuldi verið vatn aftur um nakrar minuttir.
Seinasta nýtt kl. 20: Sera nógv hava gjørt vart við á Facebook hjá Eigarafelagnum at trupulleikar eru við vatnveitingini – Onkrastaðni hava skaðar verið vegna ov nógv trýst og nú hevur onki vatn verið síðani kl. umleið 16.
Sambært Tórshavnar Sløkkiliði, er tað ein leki á Vegnum Langa sum er orsøkin til hetta. Í løtuni er tað óstøðugt bæði til Ovarugøtu og Niðarugøtu siga teir.
Tórshavnar Kommuna lýsti á heimasíðuni fríggjadagin at arbeitt var við málinum, men vit mugu so staðfesta at trupulleikin ikki er loystur enn. Les meira her.
Taka umhvørvisgóðkenning aftur
Manglandi vaktir til opið hús
Nú er opið hús byrjað aftur eftir jólasteðgin. Sum nú er, heldur tað BERT fram til miðjan februar, tí talið av húskjum, sum hava børn í skúlaaldri, er nógv lægri í ár enn seinastu árini.
Onkur foreldur hava longdu bjóðað sær at taka eina eyka vakt, men vit hava tørv á fleiri, um vit skulu hava opið til mars/apríl sum vant. Tí fara vit at heita á tykkum, sum vilja taka eina eyka vakt, um at geva okkum boð á Facebook ella senda teldupost til nevnd@inniagotu.org.
Vaktarlistin sæst her: http://www.inniagotu.org/?page_id=17
Nýggjárshald Inni á Gøtu
Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni. Í ár verður tað Tórður Mikkelsen frá Niðaragøtu 56 sum fer at halda nýggjársrøðuna.
Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannað. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.
Gott Nýggjár!
Feilur við antennuskipan
Tá broytingar vórðu gjørdar á felagsantennuni í gjár hendi eitt mistak, sum gjørdi, at flestu sjónvarp finna ikki TV3Sport 2, og tey sum finna rásina finna eisini 6 aðrar “tómar” rásir.
Hetta verður rættað í dag ella í morgin.
Vaktarlistin til opið hús er dagførdur
Hey Gøtubúgvar.
Listin er dagførdur eitt petti framm og er at finna her. Um tað verða broytingar í listanum, so verður tað lýst her á heimasíðuni. Læs videre Vaktarlistin til opið hús er dagførdur
Broytingar á felagsantennuni
Broytingar verða gjørdar á felagsantennuni mánadagin 27. oktober. Nýggjar rásir koma afturat, ein steðgar og analogar rásir verða digitaliseraðar. Neyðugt verður eisini, at nakrar rásir skifta frekvens í hesum sambandi. Læs videre Broytingar á felagsantennuni
Opið hús byrjar aftur
Hey øll somul. Nú heystfrítíðin er farin aftur um bak, er tíðin komin til at opið hús fer at byrja aftur. Vaktarlistin er í ferð við at blíva gjørdur og nærri kunning verður um hetta í næstum. Læs videre Opið hús byrjar aftur