Vit senda tykkum hervið frágreiðing frá brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhiti, sum vit í nevndini hava ætlað at sent tykkum í longri tíð. Tíðin gongur skjótt, serliga nú tá vit eru rakt av hesi korona-kreppuni.
Øll 14 eigarafeløgini í Tórshavnar kommunu, sum brúka fjarhita, skipaðu seg í brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti í mai 2019. Brúkarafelagið fevnir um fleiri enn 1200 húsarhald í Hoyvík, Tórshavn og Argjum.
Endamálini við at skipa okkum í eitt slíkt brúkarafelag eru fleiri. Fyri tað fyrsta vísa vit á, at útrokningargrundarlagið fyri prísi fyri fjarhita er skeivur og hevur verið skeivur í mong ár. Hetta viðførir, at fjarhiti er 17% dýrari enn at hava oljufýring, um vit hyggja eftir uppseting, íbinding og nýtslu í eitt longri áramál. Vit eru sum húsarhald áløgd at brúka fjarhita, og hava, sum tey einastu í landinum, mist fría valið, hvussu vit ynskja at upphita okkara heim. Henda støða gerst serliga óunnilig, nú aðrar grønar loysnir vísa seg á marknaðinum, sum eru væl bíligari, tá vit hyggja eftir uppseting og nýtslu í eitt áramál.
Vit leggja dent á, at fjarhiti er ein umhvørvisvinarlig loysn í mun til at endurvinna orku, sum annars fer til spillis frá brennistøðini á Hjalla og SEV. Vit biðja um at fáa innlit í, hvussu alt hetta við fjarhita riggar. Til dømis hvussu orkueffektiv loysnin er, hvussu nógv hitatap er á leiðini, hvussu roknskapurin fyri at veita hesa tænastu sær út og hvørjar ætlanir, avbjóðingar og ætlanir liggja fyri framman. Tað, sum vit eru sera ónøgd við, er høgi prísurin og órímiliga støðan sum heild hjá fjarhitabrúkarum. Hetta verður lýst í frágreiðingini hjá Kappingareftirlitinum ”Fjarhiti í Tórshavn” frá mars 2017. Frágreiðingin er almenn á heimasíðu teirra. Ein stórur trupulleiki, sum Kappingareftirlitið vísir á, er, at alt økið við fjarhita er púra óregulerað, – her eru ongar almennar reglur og rætningslinjur.
Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti skipaði seg aftaná aðalfundin við Brian Rasmussen sum formanni. Hini í nevndini eru Jan Mortensen, Søren Antoft, Jóannes Jacobsen og Lis Mortensen. Tey eru øll frá eigarafeløgum í Hoyvík.
Brúkarafelagið hevur samskift við leiðsluna hjá Fjarhitafelagnum og nevndina fyri Fjarhitafelagið um spurningar okkara. Nógv viðurskifti eru løgd á borðið. Vit spyrja, hví prísurin er so høgur og hví so lítið gjøgnumskygni er við roknskapinum hjá Fjarhitafelagnum? Vit spyrja, hví prísurin ikki verður roknaður út eftir, hvat tað kostar at veita hesa tænastu? Vit hava eisini lagt fram ynski um, at brúkaraumboð gerast partar av nevndini fyri Fjarhitafelagið.
Í oktober var arbeiðið hjá nevndini í brúkarafelagnum Skynsamur Fjarhita komið so langt, at vit kundu bera út ein faldara til øll húsarhald í teimum 14 eigarafeløgunum, sum mynda brúkarafelagið. Faldarin lýsti nýggja brúkarafelagið og teir spurningar, sum vit arbeiða við. Vit vóna, at tit høvdu gleði av hesum faldara.
Í oktober sendu vit eisini eitt kæruskriv til Tórshavnar kommunu, SEV, Fjarhitafelagið og nevndina í Fjarhitafelagnum, sum eru umboð fyri eigararnar, nevnliga Tórshavnar Kommuna og SEV. Í kæruskrivinum vístu vit á, hvørji viðurskifti vit eru serliga ónøgd við, og at vit ynskja eitt nógv betri samstarv við Fjarhitafelagið og eigararnar. Vit bóru eisini fram ynski um at styrkja innlitið hjá brúkarum við at fáa umboð fyri brúkararnar í nevndina hjá Fjarhitafelagnum.
Fjarhitafelagið kallaði okkum inn til ein fundar stutt aftaná, og her fingu báðir partar lagt fram nakað av tí, sum vit skulu fáa uppá pláss komandi tíðina. Ein av uppgávunum er at fáa fakta uppá pláss, tvs hvørji tøl arbeiða vit útfrá og hvørji tøl arbeiðir Fjarhitafelagið útfrá.
Tann 10. mars var ein tekniskur fundur millum brúkarafelagsnevndina og umboð fyri Fjarhitafelagið, har vit hugdu nærri eftir parti av grundarlagnum fyri, hvussu prísur fyri fjarhita verður útroknaður. Okkara útrokningar vísa, at fjarhiti er 17 % dýrari enn oljufýring og 50% dýrari enn t.d. jarðhiti. Fjarhitafelagið hevði hin vegin aðrar útrokningar, sum vit nú hava høvi at hyggja nærri eftir. Tað er týdningarmikið, at vit fáa eitt gott innlit í hesi viðurskifti og á tann hátt finna fram til eina støðu, sum er nógv betri fyri okkum fjarhitabrúkarar.
Corona-kreppan steðgaði øllum fundarvirksemi, og vit vænta, at hetta um stutta tíð kann fara í gongd aftur varliga. Í næstum vænta vit innkalling til fund við leiðsluna og alla nevndina fyri Fjarhitafelagið, sum eru umboð fyri Tórshavnar kommunu og SEV.
Ætlanin var at kalla inn til aðalfund í september, men hetta varð seinkað, tí samskiftið við Fjarhitafelagið varð drúgvari enn ætlað. Vit vóna, at umstøðurnar at skipa fyri fyrsta regluliga aðalfundi verða til staðar í nærmastu framtíð. Til tá mugu vit samskifta á annan hátt.
Tit eru sjálvsagt vælkomin til at deila hetta kunningarskriv víðari. Um tit hava spurningar, hugskot ella ynskir til nevndina eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Vinalig heilsan
Vegna nevndina fyri Brúkarafelagið Skynsamur Fjarhiti
Brian R. Rasmussen, formaður
Jan Mortensen
Søren Antoft
Jóannes Jacobsen
Lis Mortensen, skrivari
skynsamurfjarhiti@gmail.com