Dúgvur

Ein flokkur av dúgvum heldur til sunnast á Niðarugøtu og elvir til ampa á ymsan hátt.

Janus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, greiðir frá, at talan er um bládúgvu, sum er vanligasta dúgvan í Føroyum. Dúgvur læra skjótt, hvar tær finna mat og skapa sær vanar at halda til slík støð. Um fólk kasta út mat til fuglarnar, taka dúgvurnar væl ímóti hesum og halda til her.

Ráðini frá Janusi og frá rottufangaranum í Tórshavnar Kommunu er at gevast við at kasta út mat til dúgvurnar. Dúgvurnar finna sær aðrar leiðir, og hetta minkar eisini um rottuvandan.

Vit heita tí á øll Inni á Gøtu, um ikki at kasta nógvan mat út til dúgvur.