Antennuskipan

Felagsantenna er Inni á Gøtu. Hetta merkir, at vit hava eitt antennuhús á heygginum omanfyri Ovarugøtu, har tað standa satellit móttakarar, sum móttaka nógvar sjónvarps- og útvaprsrásir. Øll hús hava innlagdan antennukaðal, sum kann íbindast til skipanina, um mann ynskir tað.

TREYTIR

Treytin fyri at vera íbundin til skipanina er, at hetta er meldað til sjálvvirkandi gjaldsavtalu í bankanum. Orsøkin til hetta er einføld – tað er ov nógv umsiting av at halda stýr á roknskapinum, um hetta ikki er sjálvvirkandi. Um hetta ikki er gjørt, verður antennu sambandið slitið, og brúkarin má gjalda fyri at fáa hetta sett til aftur.

UPPSAGNARTÍÐ

Tá ið íbúgvar Inni á Gøtu ynskja at uppsiga antennuhaldið, gongur tað soleiðis fyri seg. Ein fráboðan skal sendast við telduposti til nevndina í Eigarafelagnum ella beinleiðis til kassameistaran. Teldupostadressurnar finna tit aðrastaðni á heimasíðuni. Uppsagnartíðin er 1 mánaður frá mánaðarskifti.