Broytingar verða gjørdar á felagsantennuni mánadagin 27. oktober. Nýggjar rásir koma afturat, ein steðgar og analogar rásir verða digitaliseraðar. Neyðugt verður eisini, at nakrar rásir skifta frekvens í hesum sambandi.
Sky Sports steðgar:
Frá 27. november 2014 fáa vit ikki SkySports longur.
Avgerð er tikin um í staðin at tekna hald upp á TV3 Sport 2, sum vit fáa frá Televarpinum frá 27. oktober.
Digitalisering og nýggjar rásir frá 27. oktober 2014:
Hesar rásirnar verða frameftir sendar digitalt og ikki analogt:
- Kanal 4(562 MHz)
- Disney Channel (570 MHz)
- Discovery (578 MHz)
- MTV (578 MHz)
- Kanal 5 HD (618 MHz)
- Eurosport HD (658 MHz)
Nýggjar rásir – á bæði haldi 1 og 2:
- Vision Norge, Kanal 10 Norge og Gospel Channel Europe (586 MHz)
- TV3 Sport 2 (522 MHz)
Frekvens-broytingar
- ITV (analog) flytir til S-22
- CN (analog) flytir til S-30
- DR1, DR2, DR-K, DR-Ra, DR-Ultra, TV2Film flyta til 546 MHz
- Flava, Bliss, Scuzz o.fl. flyta til 554 MHz
- SVF flytir til 514 MHz