Tað verður eingin hitamiðstøð bygd í Hoyvík. Tað ger Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú greitt.
Seinnapartin var fundur millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum.
Heðin Mortensen, bogarstjóri, segði teimum, at hann hvørki vil hava olju, tangar ella stórar skortsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn, ið hann metir kann lata seg gjøgnumføra.
Sambært borgarstjóranum vóru umboðini fyri eigarafeløgini sera vælnøgd við fundin og tóku væl ímóti ætlanini hjá borgarstjóranum.
Kelda: in.fo