Kategoriarkiv: Tiltøk

Bál og kyndlar á nýggjárinum

Hey góðu grannar.

Bæði fúti og landslækni ávara um at ov nógv fólk hittast á nýggjárinum. Vit meta at grannalag okkara er so avmarkað, at tað ber til at halda frástøðu uttandura og halda øll tilmælir, um vit halda okkum í egnum bólkum.

Við ráðum frá koronu-ráðgeva fyrireika vit tí nýggjársbál á Klingruni Inni á Gøtu, sama stað, sum vit plaga. Í kvøld kl 19 kunnu fólk avheinta tilfar til faklar uttanfyri býlingshúsini og gera faklarnar klárar heima.

Í morgin 31.des kl 13 kunnu sjálvboðin koma og hjálpa til við at byggja upp nýggjársbálið í Klingruni. Gomul jólatrø kunnu leggjast afturat eisini. Super um onkur hevur bil til at koyra plattar við.

Kyndlagongan byrjar uttanfyri býlingshúsini gamlaárskvøld kl 22. Vit samlast í frástøðu og hvør bólkur gongur í tryggari frástøðu eftir Ovarugøtu og Niðarugøtu fram til bálið og festa í við faklunum. Fyri at minka um smittuvanda njóta vit løtuna í frástøðu og her verður eingin sangur og eingin røða.

Vit gleða okkum til hesa løtuna og biðja tykkum øll um at virða tilmælini.

Ólavsøka inni á gøtu 29. august

Skrá

kl 12:30    Lítli og stóri Klávus á Ólavsøku. Útisjónleikur fyri børn og barnsligar sálir. Les meir á https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=37&NewsItemID=10437

kl 15         Ólavsøkuhaldið Inni á Gøtu byrjar av álvara. Sangur og brøðurnir Birgisson spæla.

15:30 -17  Tivoli:

                 Ponyríðing, hoppiborg fyri tey smáu, andlitsmáling

                 Pílakast, seymsláttur, posarenning, eplarenning, togtogan

                 Poppkorn og smores

16 – 18     Ólavsøkuframsýning í Ovarugøtu 48. Edith og Kristoffur Mørkøre bjóða til ólavsøkuframsýning í atelierinum og studionum. Fá eitt prát um list og tónleik.

kl 17            Rógvi Dam undirheldur og gyklar

kl 18         Grillingin byrjar. Eigarafelagið hevur keypt búffar, kotelettir og pylsur. Børnini fáa sunkist. Tey vaksnu mugu sjálvi hava hóskandi drekka við.

kl 19            Martin Joensen syngur

kl 20            Formligi parturin av ólavsøkuhaldinum endar og fólk er vælkomin til at verða sitandi til prát og felagssang. Dávur og Ingi Birgisson spæla guitar.

Tørvur á hjálpandi hondum

Fyrireikingarnar til ólavsøkuna er væl áleiðis. Skráin verður heilt skjótt klár og har er okkurt fyri bæði børn og vaksin.

Nú er tíðin komin til praktisku fyrireikingarnar og tá verður tørvur á nógvum hjálpandi hondum. Í hjálagda arki ber til at skriva seg upp til ymiskar praktiskar uppgávur, sum skulu gerast, fyri at vit øll skulu fáa eina góða ólavsøku.

Vónandi eru tit mong, ið eru tøk at veita eina hjálpandi hond. Skrivið tykkum upp til eina (ella fleiri) uppgávur her.

https://docs.google.com/spreadsheets/d/1TjIhyW5YQYgtMlnsYZ_HkBwjJsAWz8X5-dUCaxFn0_M/edit?usp=sharing

Eisini ber til at venda sær til onkran í nevndini og siga frá, at ein er til reiðar at hjálpa til

Vinaliga,
nevndin

Tilmelding til Ólavsøkuna

Fyri at Eigarafelagið skal vita, hvussu nógvan mat vit skulu keypa til ólavsøkuveitsluna, hevði verið øgiliga gott, um tit kundu fylt hetta skjalið út.

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSe5l7fATmjozsWI8jmAcczRNHdjiF2JoyMaHzNy4ZJdKuJR7g/viewform

Hetta er als ikki bindandi, og øll eru vælkomin, hóast tey ikki hava boðað frá. Gestir, sum eru og vitja á ólavsøku, eru sjálvandi eisini vælkomnir.

Svarini eru dulnevnd og eingin annar enn nevndin sær tí, hvussu nógv tit melda til.

Ólavsøku fyrireiking

Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna at skipa fyri ólavsøku her Inni á Gøtu í ár.

Vit ætla at hittast á fótbóltsvøllinum í annaðkvøld (15/7) kl. 19 til eitt stutt prát og síggja, hvussu landið liggur.

Vónandi liggur tað fyri hjá nógvum at koma. Tit eru eisini vælkomin, hóast tit enn ikki hava boðað nevndini frá, at tit vilja hjálpa til.

Vinarliga

Nevndin í Eigarafelagnum Inni á Gøtu

Aðalfundur 10.juni kl 20

Sum lýst á plakat og á facebook hevur Eigarafelagið Inni á Gøtu aðalfund mikukvøldið 10.juni kl 20. Skrá sambært viðtøkunum

Í ár ber ikki til at hava aðalfundin í býlingshúsunum orsaka av covid19-tilmælum. Fráboðan um hvar aðalfundurin verður hildin ístaðin kemur ein av næstu døgunum.

Ruddingardagur 16.mai

Leygardagin 16.mai kl 10 hittast vit uttanfyri býlingshúsini. Vit fáa ein drekkamunn og ein lista yvir uppgávur.

Nógv skal ruddast. Onkrastaðni skal gravast eitt sindur. Summastaðni skal lúkast. Kanska hevur tú fleiri uppskot at leggja afturat listanum yvir uppgávur?

Uppgávurnar eru fjøllbroyttar, so her er okkurt til ein og hvønn. Tey sterku, tey skjótu, tey gomlu, tey smáu. Stutt sagt: tey nógvu. Tú velur tær okkurt, sum tú vilt taka tær av.

Vit vóna, at nógv av okkum Inni á Gøtu eru við hesa hugnaligu løtuna leygarmorgunin.

Vinalig heilsan Nevndin fyri Eigarafelagið Inni á Gøtu

Veitslan er útsett

Góðu Inni-á-Gøtu-búgvar

Støðan við corona-smittuni broytist sera skjótt í løtuni. Hetta ger, at vit velja at útseta veitslu okkara, sum annars skuldi vera nú leygarkvøldið 14. mars í býlingshúsunum Inni á Gøtu.

Vit vóna, at tit skilja og taka undir við hesi avgerð, og at tit gleða tykkum líka nógv sum vit til, at veitslan ístaðin verður hildin, so skjótt henda kreppustøða hasar av.

Vinalig heilsan Veitslu-fyriskipararnir