Alle indlæg af Webmaster

Nýggjárshald Inni á Gøtu

Nýggjárshaldið byrjar nýggjársaftan kl. 21 við kyndlagongu frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Gingið verður inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har endað verður við at seta eld í bálið í Klingruni. Í ár verður tað Tórður Mikkelsen frá Niðaragøtu 56 sum fer at halda nýggjársrøðuna.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur uml. 1 tíma, um vit vera væl mannað. Vit møtast við báliplássið kl. 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl. 14 nýggjársaftan.

Gott Nýggjár!

 

Hitamiðstøðin í Hoyvík er nú jarðað

Tað verður eingin hitamiðstøð bygd í Hoyvík. Tað ger Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, nú greitt.

Seinnapartin var fundur millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum. Læs videre Hitamiðstøðin í Hoyvík er nú jarðað

Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn

Hedin-og-eigarafelog

Nú seinnapartin hevur fundur verið millum eigarafeløgini í Hoyvík, sum mótmæla ætlaðu hitamiðstøðini, og Heðin Mortensen, borgarstjóra. 16 umboð fyri eigarafeløgini møttu til fundin. Við sær høvdu tey 2116 undirskriftir móti ætlaðu hitamiðstøðini. Tey greiddu eisini væl frá teirra metingum av málinum.

Heðin Mortensen, bogarstjóri, gjørdi greitt, at hann hvørki vil hava olju, oljutangar ella stórar skortsteinar í bústaðarøkinum í Hoyvík. Hann fer tí nú at kunna bæði býráðið og Hitafelagið um eina alternativa grøna loysn fyri eini hitamiðstøð, ið hann metir kann lata seg gjøgnumføra. Læs videre Borgarstjórin vil hava eina grøna loysn

Føroya Tele ávarar ímóti hitamiðstøðini

kristian-davidsen

Á Føroya Tele eru tey ikki álvulig við eina hitamiðstøð, sum støðan er nú.

Brestur ein av stóru oljugoymslununm, sum ætlanin er at seta upp, kann tað leggja alt okkara elektroniska samskifti lamið.

Á Føroya Tele hava tey ikki fingið vissu fyri, at tey fara at arbeiða í einum reinum umhvørvi í framtíðini. Men aðrir vandar eru eisini, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

Læs videre Føroya Tele ávarar ímóti hitamiðstøðini