Fleiri hava víst á, at tey hava trupulleikar við SVF móttøkuni – bæði mynd og ljóð.
Umvæling er bíløgd, og vit fáa hetta væntandi í rættlag fyrst í komandi viku.
Í samband vid at hjúnini Michael og Lynn Reveal flyta av landinum, skipar Eigarafelagið inni á Gøtu fyri eini óformellari hugnaløtu hóskvøldið 4. juni kl 20 í Býlingshúsinum, har høvi verdur at siga teimum farvæl og fáa ein kaffimunn og køku.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit skulu minna á, at ársaðalfundurin hjá Eigarafelagnum Inni á Gøtu verður hóskvøldið 23. apríl kl. 20 í Býlingshúsinum Inni á Gøtu.
Vit hava søkt eftir trimum fúsum fólkum at stilla upp til nevndina, sum skal veljast á aðalfundinum. Tíbetur eru vit so heppin at tað eru fleiri fólk sum hava valt at stilla upp til at umboða okkum. Øll eru framvegis hjartaliga vælkomin at stilla upp og at møta upp at atkvøða.
Á fundinum verður eisini uppskot um broyting í antennuviðurskiftunum.
Kom við og hav ávirkan á títt nærumhvørvi.
Nevndin
Val av nevnd til Eigarafelagið Inni á Gøtu stendur fyri durum. Hevur tú hug at gera tína ávirkan galdandi og økja um tína vitan innan nevndararbeiði, er møguleiki til tað nú!
Gevi gætur – opið hús verður IKKI leygarkvøldið vegna fastalávintshald fyrr um dagin. Opið hús verður aftur á skránni mikukvøldið 18. februar.
Føstulávintshald verður í Býlingshúsinum leygardagin 14. februar kl. 14. Kaffi, te, sunkist og føstulávintsbollar vera at fáa eftir tunnuslátturin.
Fyri at tey ungu eisini skulu sleppa við, hava vit í ár keypt 4 tunnur. Aldursbólkarnir verða soleiðis:
– Undir skúlaaldur
– 1.-3. flokk
– 4.-7. flokk
– 8. flokk og eldri
Kattakongarnir vinna eitt gávukort í SMS.
Verið vælkomin, ung sum gomul.
Seinasta nýtt kl. 21: Havi tosað við Vatnverkið sum siga at teir fara at seta til aftur nú hvørja løtu, so tað skuldi verið vatn aftur um nakrar minuttir.
Seinasta nýtt kl. 20: Sera nógv hava gjørt vart við á Facebook hjá Eigarafelagnum at trupulleikar eru við vatnveitingini – Onkrastaðni hava skaðar verið vegna ov nógv trýst og nú hevur onki vatn verið síðani kl. umleið 16.
Sambært Tórshavnar Sløkkiliði, er tað ein leki á Vegnum Langa sum er orsøkin til hetta. Í løtuni er tað óstøðugt bæði til Ovarugøtu og Niðarugøtu siga teir.
Tórshavnar Kommuna lýsti á heimasíðuni fríggjadagin at arbeitt var við málinum, men vit mugu so staðfesta at trupulleikin ikki er loystur enn. Les meira her.
Kringvarpið skrivar í dag at Fjarhitafelagið hevur boðað Umhvørvisstovuni frá, at felagið tekur aftur umsóknina um umhvørvisgóðkenning til hitamiðstøðina í Klingruni
Nú er opið hús byrjað aftur eftir jólasteðgin. Sum nú er, heldur tað BERT fram til miðjan februar, tí talið av húskjum, sum hava børn í skúlaaldri, er nógv lægri í ár enn seinastu árini.
Onkur foreldur hava longdu bjóðað sær at taka eina eyka vakt, men vit hava tørv á fleiri, um vit skulu hava opið til mars/apríl sum vant. Tí fara vit at heita á tykkum, sum vilja taka eina eyka vakt, um at geva okkum boð á Facebook ella senda teldupost til nevnd@inniagotu.org.
Vaktarlistin sæst her: http://www.inniagotu.org/?page_id=17