Alle indlæg af Webmaster

Nýggjárshaldið 31. dec kl. 22

Kyndlar: Í kvøld 30. dec kl 19 hava vit øll høvi at gera kyndlar til kyndlagonguna í annaðkvøld. Vit møtast í Býlingshúsinum. Havi okkurt “toy” ella “stoff” við tykkum, td eitt gamalt lak, buksur ella líknandi uttan nylon. Tað allarbesta er hessian.

Nýggjárshald 31. dec kl 22

Nýggjárshaldið Inni á Gøtu byrjar við kyndlagongu kl 22 nýggjársaftan frá vendiplássinum við Býlingshúsið. Vit ganga inn eftir Ovarugøtu og út aftur eftir Niðarugøtu, har vit enda við at seta eld á nýggjársbálið í Klingruni. Í ár verður tað Jústines Eidesgaard frá Ovarugøtu 1, sum fer at halda nýggjársrøðuna.

Vit hava brúk fyri hjálp til fyrireiking av bálinum og blikkum. Hetta tekur umleið 1 tíma, um vit eru væl mannað. Vit møtast við bálplássið á Klingruni kl 13. Tikið verður ímóti brenni til bálið frá kl 13 nýggjársaftan.

Gott nýggjár

Er brúðarskeltið Inni á Gøtu horvið?

skelti

Vit leita eftir runda skeltinum við tí fitta brúðarparinum har tað stendur nýgift á. Man nakar tykkara vita, hvar skeltið goymir seg? Vit hava leitað í býlingshúsinum, bæði á loftinum og í rúminum hjá eigarafelagnum. Nú er spurningurin, um tað fjalir seg onkra aðrastaðni. Um nakar veit at siga, hvar skelti er ella kanska er, so vinarliga boða frá sum skjótast til Lis, tlf 223244 ella forkvinna@inniagotu.org

SVF er flutt

SVF

Vit hava flutt SVF til 522 MHz. Sami frekvensur sum TV3Sport 2 og Rás 1.

Leiti tí 522 MHz inn av nýggjum.

Trupulleikin hevur eftir øllum at døma verið signal uttanífrá, sum hevur órógvað.

Rás yvirlitið er dagført her