Alle indlæg af Webmaster

Tilmelding til Ólavsøkuna

Fyri at Eigarafelagið skal vita, hvussu nógvan mat vit skulu keypa til ólavsøkuveitsluna, hevði verið øgiliga gott, um tit kundu fylt hetta skjalið út.

https://docs.google.com/forms/d/e/1FAIpQLSe5l7fATmjozsWI8jmAcczRNHdjiF2JoyMaHzNy4ZJdKuJR7g/viewform

Hetta er als ikki bindandi, og øll eru vælkomin, hóast tey ikki hava boðað frá. Gestir, sum eru og vitja á ólavsøku, eru sjálvandi eisini vælkomnir.

Svarini eru dulnevnd og eingin annar enn nevndin sær tí, hvussu nógv tit melda til.

Ólavsøku fyrireiking

Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna at skipa fyri ólavsøku her Inni á Gøtu í ár.

Vit ætla at hittast á fótbóltsvøllinum í annaðkvøld (15/7) kl. 19 til eitt stutt prát og síggja, hvussu landið liggur.

Vónandi liggur tað fyri hjá nógvum at koma. Tit eru eisini vælkomin, hóast tit enn ikki hava boðað nevndini frá, at tit vilja hjálpa til.

Vinarliga

Nevndin í Eigarafelagnum Inni á Gøtu

Rottur

Fleiri fráboðanir hava ta seinastu tíðina verið um rottur ymisk støð Inni á Gøtu. Hetta gevur okkum ta fatan, at rottan er í vøkstri júst nú í okkara øki. Rotta nørist sera skjótt, og tí er tað sera umráðandi, at vit hjálpa til við at steðga hesum vøkstri. Læs videre Rottur

Dúgvur

Ein flokkur av dúgvum heldur til sunnast á Niðarugøtu og elvir til ampa á ymsan hátt.

Janus Hansen, lívfrøðingur á Tjóðsavninum, greiðir frá, at talan er um bládúgvu, sum er vanligasta dúgvan í Føroyum. Dúgvur læra skjótt, hvar tær finna mat og skapa sær vanar at halda til slík støð. Um fólk kasta út mat til fuglarnar, taka dúgvurnar væl ímóti hesum og halda til her. Læs videre Dúgvur

Rástrupulleikar

Fleiri hava framvegis órógv á SVF. Nýggj roynd at loysa trupulleikan verður gjørd í næstu viku.

Broyttir frekvensir:

SVF: 434 MHz

Iktus: 442 MHz

TV3Max / Rás1:  754 MHz

Sum ein roynd er SVF eisini lagt á  762 MHz, sum tó bara tey, ið hava Hald 2 kunnu taka.

RADIO:  Rás 2 er nú aftur at hoyra á 89 MHz.